Hvør er ekta(ð)kona?

"Tað, tú leggur dent á, veksur!"

Hey og vælkomin. Eg eiti Marjun, og her fari eg at fortelja stutt um átakið við nethandlinum.

Í juni í fjør fór eg í gongd við at selja blusur við orðinum "sterk" á bringuni. Tankin var, at eg skuldi víðka um úrvalið á blusunum og orðum við tíðini. Eg fór undir hetta, meðan eg var heima í barnsburðarfarloyvi við yngsta soninum, og tá eg so fór aftur til arbeiðis, steðgaði tað upp. Men nú skal tað vera!

Eg havi eitt høvd, fult av hugskotum, og eitt hjarta fult av hjartamálum. Og við hesum nethandilinum lanseri eg eitt av teimum.

Soleiðis gert tú:

1) Tú bíleggur eina vøru, sum eg havi sniðgivið

2) Vøran verður framleidd og

3) Send beinleiðis heim til tín

*

Hví stuðla hesum átakinum?

Tí at "tað, tú leggur dent á, veksur!" (prøva líka og les hatta umaftur.)

Orð hava stóran týdning. Áhaldandi viðmerkingar um útsjónd og útstráling hjá gentum og kvinnum gera, at hetta verður sett í miðdepilin og fer at vaksa. Hesar viðmerkingarnar kunnu hava neiliga ávirkan á trivnað og menning! Um vit heldur royna leggja dent á persónligar eginleikar, styrkir og áhugamál, kunnu hesi virðini mennast ístaðin. Ein genta, sum torir at vera treisk, sterk og djørv, skal nokk klára seg væl.

Og minst til: "Tú kanst saktans vera ein fín dama og sjórænari samstundis" (PippiSmokkuleggur).

Við stimbrandi føroysku lýsingarorðunum á klæðunum, kunnu vit seta fokus á nøkur virðir, sum tíverri hava verið forsømd í alt ov langa tíð. Og so eru klæðini eisini deiliga behagilig at vera í.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á sosialu miðlunum ella á ektadkona@gmail.com.

Vinaliga Marjun

*NB. Vørurnar verða framleiddar so hvørt, sum tær eru bílagdar, og tí havi eg ikki yvirlit yvir, hvørjar støddir og hvørjir litir eru tøkir á goymsluni hjá framleiðaranum. Um tú kundi hugsað tær at keypt eina vøru, sum ikki er tøk beint nú, kom so aftur um nakrar dagar, tí goymslan verður dagført alla tíðina.

about us
about us
about us